Mentan

Fara nú at selja campingpláss til Summar Festivalin

Mikukvøldið byrjar sølan av campingplássum til ársins Summar Festival

2020-03-02 17:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 4. mars letur sølan av plássum til campingvognar á Summar Festivalinum upp.

Samanlagt er talan um 218 campingpláss, sum verða seld á fimm ymiskum økjum í Klaksvík, boða fyriskiparar handan Summar Festivalin frá seinnapartin.

Sølan er skipað soleiðis, at online-skipanin letur upp mikukvøldið klokkan 19. Tá verða campingpláss á øllum økjum tøk at keypa. Sølan fer fram umvegis heimasíðuna hjá festivalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder