Uttanlands

Fara nú oman í skriðuna at leita

Leita framvegis eftri tíggju fólkum, sum ikki eru funnin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-01 12:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Higartil hevur tað verið mett at vera ov vandamikið at fara inn í vanlukkuøkið at leita. Men nú verður ein roynd gjørd at senda fólk inn í økið, ið varð tikið burtur í eini skriðu fyri tveimum døgum síðani.

Vanlukkan hendi í býarpartinum Ask í Gjærdum nakað norðan fyri Oslo.

Innsatsleiðarin fyri bjargingarfólkini sigur við NRK, at bjargingarfólk nú verða send inn í økið við eftir serligum plátum úr bjálvingartilfarinum styrofoam. Enn verður undirlagið mett at vera ov ótrygt til at kunna fara inn við stórum maskinum.

Verkfrøðingadeildin hjá norska herinum er annars komin til Gjærdum við einum 50 tons tungum sonevndum brúgvaleggjara. Maskinan hevur eina skipan úr stáli, ið kann gerast eina 26 metra langa brúgv.

Í tvey samdøgur hava tey roynt at leita eftir fólkum í leivdunum.

Leiðarin fyri bjargingini sigur, at tey framvegis arbeiða fyri at finna fólk á lívi.

Talan er um tíggju persónar, ið eru saknaðir. Talan er um bæði kvinnur, menn og børn.

Løgreglan sigur, at tað er sannlíkt, at tey vóru í økinum, tá skriðan leyp.

Túsund íbúgvar vórðu mikukvøldið flutt burtur úr økinum, og ávaring er send út um, at fleiri kunnu verða flutt burtur.

Í gjár vórðu 46 onnur fólk flutt burtur. Tey búgva í 14 húsum í einum øki norðan fyri Gjærdum, har tey eisini hava staðfest sprungur í landslagnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder