Nevndin fyri Víkingaskipið hevur nú samskift við Geir Magne Røvik um at byrja forarbeiðið at byggja víkingaskip.
Í fyrstu atløgu verður tað eitt minnið skip av tí upprunaligu støddini bygt, sum verður áleið, sum eitt ottamannafar. Hetta verður gjørt fyri at meta um hvussu skipið endaliga skal byggjast, tí leivdirnar av tune skipinum eru illa farnar, boðar felagið Víkingaskip frá.
(Geir Magne má seta tuneskipið saman av nýggjum á telduni, áðrenn byggjast kann. Nógvar tillagingar mugu gerast)
(Geir Magne er byrjaður at fella trø til bátabyggingina)
Arbeiðið hjá nevndini framyvir, verður at fáa fígging og stuðul til vega fyri at samskipa byggingina av skipinum í Hovi. Forarbeiðið vil taka eitt hálvt ár at byggja, so hevur Geir Magne eitt grundarlag fyri at byggja víkingaskipið í fullari stødd og viðin til skipið.
Nevndin fer at fylgja Geir Magn og gongdini við byggingini, og at miðla tað víðari, soleiðis at øll kunnu fylgja við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald