Í dag 1. januar byrjaði arbeiðið við at leggja eina vega- og tokbreyt niður á havbotnin millum Lolland og oynna Fehmern í Norðurtýsklandi.
Væntandi verður 18 kilometra langa tunnilsrørið klárt at taka í brúk í 2029.
Fyrsta stig í arbeiðinum er at byggja eina verksmiðju, sum skal framleiða betongelementini, sum tunnilin verður gjørdur av.
Tunnilin verður bygdur við 89 elementum, ið verða stoypt uppi á landi og síðan søkt niður á havbotnin.
Onkur av verkætlanunum í sambandi við tunnilsarbeiðið er tó byrjað frammanundan, eitt nú ein arbeiðshavn í Rødby á Lollandi.
Ætlanin at gera Femern-sambandið byrjaði fyri 25 árum síðani, og arbeiðið er nógv seinkað í mun til upprunaligu ætlanirnar. Tá vær ætlanin at byggja eina brúgv, men henda ætlanin varð broytt til ein tunnil í 2011.
Ein orsøk til seinkanina er, at grannar hjá verkætlanini hava lagt klagur inn. Eisini hava umhvørvisfelagsskapir og skipafeløg sett set ímóti ætlanini, men í november vórðu hesi mótmælini kveistrað til viks av fyrisitingardómstólinum í Leipzig.
Harvið verður eisini møguleiki at seta spakan í í Týsklandi eisini. Tað hendir einaferð komandi ár, skrivar Ritzau.
Við tunlinum tekur túrurin úr Lollandi til Týsklands 10 minuttir í bili. Í løtuni tekur hann 45 minuttir við ferju.
Orsaka av koronastøðuni í Danmark, varð einki hátíðarhald, tá spakin varð settur í. Í staðin fyri at vera á staðnum, varð skipað fyri einum átaki á netinum, har danski samferðslumálaráðharrin, Benny Engelbrecht, setti spakan í ein kassa vil lollendskari mold, ið varð flutt inn á ráðharraskrivstovu hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald