Innanlands

Fara nú undir risastóru útstykkingina á Argjahamri

Alt arbeiðið skal vera avhandað í juli í 2024, og tá fara einar 180 búeindir at standa klárar. Tórshavnar kommunu og MTH Føroyar undirskrivaðu avtaluna í dag

Articon er farið undir gera arbeiðsvegin (Mynd: torshavn.fo)

Articon er farið undir gera arbeiðsvegin (Mynd: torshavn.fo)

2022-08-23 16:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og MTH Føroyar í sambandi við vegagerð, planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við
útstykkingina á Argjahamri, sum kann koma at umfata einar 180 búeindir.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari seinnapartin.

Sáttmálin við MT Højgaard, sum átti lægsta tilboðið, umfatar planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við útstykkingina á Argjahamri.

[object Object]

[object Object]Mynd: torshavn.fo 

Talan er um stórt arbeiði, og tað verða raðhús, sethús og íbúðir, sum næstu tvey árini verða gjørd á Argjahamri.

Articon er farið undir gera arbeiðsvegin, og tað arbeiðið er longu komið væl áleiðis, skrivar torshavn.fo. Nakað av avbjóðingum hava verið við smaa vegnum út á Glyvursnes, ið so at siga lá oman í túnini hjá fólki, men verður nú fluttur nakað væl niðanfrá.

Alt arbeiðið skal verða avhandað í juli í 2024, men byggistigini verða avhandað ávegis. Mett verður, at talan verður um einar 180 búeindir, sambært Tórshavnar kommunu.

[object Object]Mynd: torshavn.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder