Innanlands

Fara undir at útstykkja á Niklasmørk í Syðrugøtu

Eysturkommuna hevur gjørt ráðgevarasáttmála við Henning Larsen arkitektar

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri (Mynd: Eysturkommuna)

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri (Mynd: Eysturkommuna)

2025-01-21 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin 17. januar, varð sáttmáli undirskrivaður um at endaliga prosjektera útstykking við Niklasmørk í Syðrugøtu.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri og stjórin á Henning Larsen, Ósbjørn Jacobsen, skrivaðu undir sáttmála um ráðgeving og endaliga prosjektering av útstykking við Niklasmørk í Syðrugøtu. Talan er um verkætlan við grundstykkjum til sethús, umframt at grundstykkir verða gjørd til íbúðarbygging.

Á býráðsfundi í desember samtykti býráðið at gera sáttmála við Henning Larsen arkitektar um at arbeiða víðari við prosjekteringini.

Harvið er skjøtil settur á arbeiðið, sum peningur er settur av til á fíggjarætlanini fyri 2025.

Gongst sum ætlað, verður arbeiðið klárt at bjóða út tíðliga í summar, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder