Innanlands

Fara undir fyrireikingar til standmynd av Andreu Árting

Ætlanin er, at verkætlanin skal vera eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu, fakfeløg og aðrar áhugapartar úr vinnulívinum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-10-10 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar býráð hevur samtykt at fara undir fyrireikingar at seta standmynd upp í Havn til minnis um kendu havnarkonuna Andreu Árting.

Tórshavnar kommuna hevur fyribils játtað 300.000 krónur til endamálið, og er málið at fáa áleið somu upphæd í stuðli og gávum.

Ætlanin er, at hendan verkætlanin skal vera eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu, fakfeløg og aðrar áhugapartar úr vinnulívinum. Tá greitt er, hvørjir partar hava áhuga at vera við í verkætlanini, verður fíggjarætlan gjørd og leistur fyri, hvussu verkætlanin verður útint.

Ætlanin er at útinna verkætlanina í fyrru helvt av 2020, og fyribils verður umhugsað, at staðsetingin verður í Steinatúni.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuna, at hon vendir sær til møguligar áhugapartar um at luttaka í verkætlanini, men vil kommunan eisini fegin frætta frá øðrum, sum ynskja at stuðla verkætlanini.

Les meira her.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder