2019-09-26 16:42
Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar kommunu samtykti í september í fjør, at umsitingin skuldi arbeiða víðari við at kanna møguleikar fyri útstykking í Kaldbak.
Nú fyriliggur váttan frá Búnaðarstovuni um keyp av lendinum. Talan verður um 5 grundøki uppá umleið 400 fermetra stødd, skrivar Tórshavnar kommuna.
Málið um keyp av lendinum og samsýning til festara kemur fyri á býráðsfundi í kvøld klokkan 18.
Á skránni í kvøld verður m.a. eisini fíggjarætlanin fyri 2020, málið um standmynd av Andreu Árting, og 75 ára hald fyri endan av seinna heimsbardaga.
Fundurin verður stroymdur her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald