Innanlands

Fara undir stóra torgið við Tórsvøll næsta ár

Tórshavnar býráð samtykti í gjár, at fara undir seinasta verkætlanarstigið fyri Tórsvøll

2020-12-18 09:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinasta verkætlanarstigið í Tórsvallarætlanini, sum eisini er partur av kravdum umstøðum til altjóða stadion, er torgið uttanfyri sjálvt stadion. Talan er um alt økið frammanfyri FSF-høvuðssætið og Niðara vølli frá økinum millum Dansifrøi og Gundadalshøllina og framvið Gundadalsvegnum til og við Bridgehúsið.

Torgið fevnir um røð av funktionalitetum, sum hava við altjóða dystarstøðu at gera. Torgið skal harumframt liva upp til býarskipanarlig krøv samsvarandi heildarætlanini fyri Gundadal, har hetta økið er høvuðsportalur til Gundadal frá miðbýnum.

Yvirskipað er torgið skipað sum eitt uppihaldstorg við spæliplássi til allar aldursbólkar umframt parkering, vegir og gøtur. Tá landsdystir eru, verður torgið umskipað, so tað kann møta øllum krøvum, sum UEFA setur til kategori 4 stadion.

Barakkirnar framvið Gundadalsvegnum, sum eru fýra samanbygdar bygningar, skulu takast niður. Kommunan eigur tveir av bygningunum, hinir standa á leigaðum lendi hjá kommununi. Tilgongd at yvirtaka báðar bygningarnar, sum ávikavist FC Hoyvík og Brigdefeløgini eiga, er í gongd.

Harumframt verður Gundadalshøllin eftir ætlan yvirtikin, har kommunan eftir hetta hevur fult ræðið á økinum millum Gundadalshøllina og Dansifrøi, sum ætlað er til P-øki.

Arbeiðið verður eftir ætlan gjørt í stigum, sohvørt økið verður tøkt. Fyrsta stig er at byggja saman stadion og torg við uppihaldstrappu og farleið frá Gundadalsvegnum til stadion. Trappan er eisini liður í at javna hæddarmun.

Ætlanin er at skipa verkætlanina sum samstarv millum kommununa og FSF eftir sama leisti sum undanfarnu byggistig. Uppskot til samstarvsavtalu er gjørt. Sambært uppskotinum hevur samlaða verkætlanin eitt útreiðslukarm uppá kr. 30 mió, og kommunan rindar 65% og FSF 35%. Arbeiðið er sett at byrja í 2021 og enda í 2023.

Í samstarvsavtaluni er eisini ásett, at niðurtøka av barakkunum er partur av verkætlanarkostnaðinum, men at kommunan serskilt ber kostnaðin at yvirtaka ognirnar hjá ávikavist FC Hoyvík og Bridgefeløgunum. Í íløguætlanini eru kr. 5 mió settar av til endamálið 2021. Íløgujáttan fyri alla byggingina verður at játta árini 2022 og 2023.

Ein meiriluti í fíggjarnevndini tók undir við mentamálanevndini í at leggja málið fyri býráðið, sum samtykti málið í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder