Samgongan hevur sett 4,6 milliónir krónur av í fígggjarlógini til at gera lendisarbeiði og aðrar fyrireikingar, so tunnilstoymið kann fara undir at gera Tjørnuvíkartunnilin longu í 2024.
Herfyri varð tunnilin til Dals skotin í gjøgnum og tunnilstoymið byrjar so smátt at rigga av á Sandoynni.
- Fyri okkum í samgonguni er tað avgerandi, at arbeiðsfólkið í toyminum kann halda fram at arbeiða og útgerðin framhaldandi verða gagnnýtt.
- Verandi vegur til Tjørnuvíkar er, sum flest øllum kunnugt, bæði smalur og ótryggur. Ikki er óvanligt, at har eru omanlop. Harafturat er vegurin sera ótíðarhóskandi um summarið, tí Tjørnuvík er eitt av fremstu ferðamálum í Føroyum. Tað hevur verið tosað um tunnil til Tjørnuvíkar í áratíggju og í er tað í tøkum tíma, at tunnilin nú verður gjøgnumførdur, sigur Kim Durhuus, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Kim Durhuus (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald