Nýggi Brexit-flokkurin hjá Nigel Farage gjørdist stóri sigrarin á ES-valinum í Bretlandi í gjár.
Tá 99 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, hevði The Brexit Party fingið yvir 31 prosent av bretsku atkvøðunum.
Nigel Farage var fegin og errin um úrslitið:
- Aldri fyrr hevur ein nýstovnaður flokkur, ið varð stovnaður fyri bert seks mánaðum síðani, fingið flestar atkvøður í einum landsumfatandi vali, segði hann eftir úrslitið.
47 milliónir bretar kundu fara á val í gjár fyri at velja tey 73 bretsku umboðini í ES-tinginum, og úrslitið gjørdist ein smeitur fyri teir gomlu flokkarnar.
Konservativi stjórnarflokkurin, har Theresa May framvegis er forkvinna, fekk einans 9 prosent og trý umboð í ES-tinginum.
Eisini arbeiðaraflokkurin, Labour, gekk aftur við nærum 10 prosentstigum, og fekk góð 14 prosent av atkvøðunum.
LibDem í norðastu oyggjunum
Eisini hjá okkara nærmastu grannun var undirtøkan lítil fyri teimum gomlu flokkunum. Her eru tað Liberaldemokratarnir, sum vanliga eru sterkastir.
Úrslitið í Hetlandi gjørdist, at LibDems fingu 2.001 atkvøður, Skotski loysingarflokkurin SNP fekk 1.751 og The Brexit Party fekk 1.330 atkvøður. Scottish Green Party gjørdist fjórstørstur við 756 atkvøðum. Konservativi flokkurin fekk 432 atkvøður og Arbeiðaraflokkurin 305.
Í Orknoyggjum gjørdist úrslitið nakað tað sama. Liberaldemokratarnir fingu 2.144, SNP 1.548, Brexit Party 1.035, Scottish Green 724, Konservativu 499 og Labour 204.
Valluttøkan í Hetlandi var góð 39,6 prosent og í Orknoyggjum 38,3 prosent – í báðum førum var talan um munandi betri luttøku enn fyri fimm árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald