Innanlands

FarCargo sleppur at lenda í morgin

Fyribils loyvini eru fingin uppá pláss, so farmaflogfarið sleppur at lenda

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-13 16:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á heimasíðuni hjá Vága Floghavn sæst nú, at flogfarið Eysturoy hjá FarCargo lendir í morgin klokkan 17.

Og tað sleppur at lenda, tí nú hevur Vága Floghavn fingið neyðugu loyvini frá danska ferðslustýrinum.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, upplýsir fyri útvarpinum, at eitt fyribils loyvi er komið uppá pláss, men bíðað verður enn eftir einum endaligum loyvi.

Ferðslustýrið hevur biðið Vága Floghavn um eina frágreiðing, hví flogfariå hjá FarCargo slapp at lenda mánadagin í síðstu viku. Flogvøllurin hevur nevniliga ikki verið góðkendur til at taka ímóti Boeing 757-200 flogfarinum hjá FarCargo, tí veingjavíddin er so breið.

Eysturoy kemur úr Billund og lendir í Vágum klokkan 17 í morgin, og fer avstað aftur til New York umvegis Keflavík fríggjakvøldið klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder