2024-03-11 19:12
Eftir ætlan skuldi farmaflogfarið hjá FarCargo "Eysturoy" lenda í Vágum seinnapartin í morgin og aftur fríggjadagin.
Men tað verður av ongum, veit Dagur og vika í kvøld.
Tí hvørki loyvi fyribils ella endaligt loyvi frá ferðslustýrinum er komið uppá pláss, soleiðis at Boeing 757-200 flogfarið hjá FarCargo fær lent.
Í ferðslustýrinum verður arbeitt við bæði fyribils og varandi loysn. Henrik Ellermann, skrivstovustjóri í ferðslustýrinum, sigur við Dag og viku, at fyribils loyvi væntandi verður latið í hesari vikuni, men enn eru hvørki krøv ella treytir ásettar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald