Innanlands

Farið verður undir berarakanningar í 2027

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 verða 1,45 mió. kr. raðfestar til berarakanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Klaksvíkar sjúkrahús (Savnsmynd)

Klaksvíkar sjúkrahús (Savnsmynd)

2026-10-04 12:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frammanundan eru 600.000 kr. settar av til skipanina. Við játtanini verður Sjúkrahúsverkið ført fyri at bjóða fólki berarakanningar frá 2027.

– Berarakanningar geva fólki vitan, sum kann hava stóran týdning, tá tey taka avgerðir um at stovna familju. Við at raðfesta hetta tilboðið kunnu vit styrkja arbeiðið við at fyribyrgja deyðiligum ílegusjúkum í Føroyum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Berarakanningarnar byggja á tilmælið um kanning av ílegusjúkum í Føroyum. Har verður mælt til eitt tilboð til fólk millum 18 og 45 ár, sum ætla at gerast foreldur. Makar hjá staðfestum berarum kunnu eisini fáa tilboðið, uttan mun til aldur.

Í heyst er ætlanin at leggja uppskot til løgtingslóg fyri Løgtingið, sum skal tryggja fólki millum 18 og 45 ár og makum hjá staðfestum berarum lógartryggjaðan rætt til berarakanning í Sjúkrahúsverkinum. Endamálið er at styrkja vitanargrundarlagið hjá einstaklingum og pørum, tá tey taka støðu til møguligan barnsburð.

Kanningin fevnir um seks deyðiligar ílegusjúkur, sum ikki kunnu viðgerast, og sum eru vanligari í Føroyum enn í nógvum øðrum londum. Berarar eru ikki sjálvir sjúkir. Um bæði foreldur bera somu ílegubroyting, kunnu tey tó fáa eitt barn við sjúkuni.

Tey, sum taka av tilboðnum um at lata seg kanna, fáa kunning og vegleiðing um tilboðið.

Heilsu- og orkumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder