Nú verður farið undir endaspurtin, tí sunnudagin verður seinasta eykasýningin.
- Framførslurnar hava gingið væl og móttøkan hevur verið góð, sigur Sasho Bjartsson, framleiðari av sangleikinum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Fá atgongumerki eru eftir til seinastu sýningarnar, verður sagt.
Hetta er tveyarin av Julius í Lukkudali, sum fyri tveimum árum síðani eisini varð at síggja í Norðurlandahúsinum.
Talan er um nýskrivaðan sangleik og í samstarvi við Beinir Troest Joensen og Kristoffer Mørkøere eru fleiri nýggir sangir framleiddir.
Bjarki Virgarsson Trondesen, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Andreas Samuelsen, Rógvi Brekku Dam og Julius spæla leiklutirnar.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald