Eitt farmaskip, ið siglir undir panamaflaggi hevur siglt á eina minu í Svartahavi. Skipið er á veg til ukrainska havn at lasta korn.
Tað upplýsir ukrainski herurin, sambært Reuters. Eldur kom í skipið, verður sagt.
Herurin skrivar á boðtænastuni Telegram, at sleipibátar eru sendir avstað at veita brennandi skipinum hjálp.
- Skipið misti stýringini, og eldur er í ovasta dekki, verður skrivað.
Ein persónur er fluttur á sjúkrahús og ein annar skaddur persónur verður viðgjørdur umborð.
Ein avtala millum Russland og Ukraina við ST og Turkalandi sum millumlið um útflutning av korni gjøgnum Svartahav varð gjørd til einkis fyrr í ár, tá Russland tók seg úr avtaluni.
Men hóast ongin kornavtala er, hevur tað eydnast Ukraina at varðveita útflutningin av korni gjøgnum Svartahav.
Ukraina er saman við Russland millum heimsins størstu framleiðarar av korni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald