Innanlands

Farmaskipini sloppin av við sandin

Verkafólk forðaðu fyrr í vikuni farmaskipunum, sum komu við Sandi til Føroya, at leggja at. Nú eru tey sloppin at leggja sandin upp

Soleiðis sá út á Sundi mikudagin seinnapartin (Mynd: Føroya Arbeiðarafelag)

Soleiðis sá út á Sundi mikudagin seinnapartin (Mynd: Føroya Arbeiðarafelag)

2024-05-17 17:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Farmaskipini hjá Navigare, Hav Atlantic og Hav Nes, eru loksins sloppin at leggja sandin í lastini upp á Sundi. Tað veit Kringvarpið.

Tey bæði skipini komu til Føroya við fullari last av sandi mikudagin, men verkfalsvaktir forðaðu teimum at leggja at. Hetta var eftir røttum verkfalsrakt arbeiði, søgdu arbeiðarafeløgini.

Skipini blivu løgd í Runavík. Kringvarpið veit í dag, at sandurin er lagdur upp á Sundi, og skipini eru farin víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder