Mentan

Faroe Islands International Minority Film Festival avdúkar sýningar

– Vit broyttu evnið fyri festivalin í ár til Black Lives Matter, hóast vit hava havt tað fyrr, tí vit mettu evnið at vera enn meiri viðkomandi nú eftir allar hendingarnar í USA og mótmælini móti rasismu kring allan heim, sigur Nadia Abraham, stovnari av FIMFF

Á skránni er m.a. filmurin

Á skránni er m.a. filmurin "Kampen om Grønland"

2020-07-06 12:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta er fjórða árið á rað at Faroe Islands International Minority Film Festival, eisini kallaður FIMFF, verður í Tórsgøtu. Í ár verður FIMFF 24.-27. juli og nakað av skránni bleiv avdúkað í dag. Hóast festivalurin vegna korona verður minni enn undanfarnu árini, lova fyriskipararnir, at hann verður líka áhugaverdur og viðkomandi við hágóðsku spæli- og heimildarfilmum sum altíð.

Festivalurin verður settur í Norðurlandahúsinum tann 24. juli kl. 19.30. Tá verður biograf-útgávan av ‘Kampen om Grønland’ sýndur og leikstjórin, Kenneth Sorento, verður til staðar at greiða frá og svara spurningum.

– Vit broyttu evnið fyri festivalin í ár til Black Lives Matter, hóast vit hava havt tað fyrr, tí vit mettu evnið at vera enn meiri viðkomandi nú eftir allar hendingarnar í USA og mótmælini móti rasismu kring allan heim, sigur Nadia Abraham, stovnari av FIMFF.

– Afturat tí, viðgera og kunna vit um tvørkynd bæði við filmum og framløgum.

FIMFF leggur nevnliga dent á at vera so fjølbroyttur festivalur sum gjørligt við bæði at sýna filmar, hava framløgur og undirvísing um ymisk viðkomandi evni.

– Eitt nú kann eg nevna framløguna við Mary C. Namagambe,‘Tann óhøgliga samtalan’ um tann ‘hvíta veikleikan’ og hvussu vit kunnu gerast meiri tilvitaði um rasismu í gerandisdegnum, greiðir Nadia frá.

– Mary, sum er fødd í Uganda og uppvaksin í Danmark, hevur nógvar royndir við arbeiðnum at bøta um umstøðurnar hjá afrikonskum danum og kvinnum í Uganda, sigur Nadia og heldur, at hetta er ein fyrilestur, vit føroyingar kundu lært nógv av. Børnini fáa eisina sína føstu sýning í Norðurlandahúsinum.

– Tó vera færri pláss enn undanfaru ár, men vit lova ein stuttligan film við ‘Ellevilde Ella’ og fáa børnini eisini bomm sum vant, sigur Nadia.

– Hetta er bara nakað av tí, sum verður at síggja og uppliva á FIMFF í ár, sigur Nadia og heitir hon á fólk um at fara inn á fimff.org og síggja alla skránna og fáa meiri kunning um atgongumerkjasølu og um festivalin sum heild.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder