Fyri tveimum árum síðani varð ætlanin “We Love Faroese Wool” stungin út í kortið. Nú kann úrslitið síggjast í gamla skúlanum í Elduvík.
Jakkar, taskur, hettutroyggjur, teppi og annað, gjørt úr reinari føroyskari ull. Francesco Mazuhn stendur fyri verkætlanini við stuðli frá bóndum úr Elduvík, Saksun, Kirkjubø, Hoyvík og Hvalvík. Góðar ullvørur, ætlaðar at halda. Vørurnar eru nevndar eftir bóndunum; sum ein heiðran av fólkinum og oyggjunum.
Søgan handan hetta tiltaki er um týsku hjúnini Francesco og Anja Mazuhn, ið eru ávikavist mentanarfyriskipari og journalistur, sum fyri átta árum síðani sóu eina dokumentarsending í sjónvarpinum um Føroyar. Tey avgjørdu at vitja oyggjarnar beinanvegin. Tríggjar mánaðir seini høvdu tey keypt sær eini summarhús í Elduvík, og nú eru tey vorðin partur av bygradlívinum í Elduvík.
Eitt, sum undraði tey var, at ullin, ið verður roytt á sumri, verður brend heldur enn virkað.
Francesco valdi at gera nakað við hetta. Hann savnar ullina, sum hann fær frá vinum í Føroyum, virkar hana og hevur bygt upp eina framleiðslu burtur úr ullini. Vørumerkið hevur fingið heitið Skattakista.
Vørurnar verða nú sýndar fram í gamla skúlanum í Elduvík, fyribils fram til endan av august – dagliga frá klokkan 11 til 17, sunnudagar frá kl. 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald