Innanlands

Farsóttarmálsøkið yvirtikið á eitt árs degnum hjá Fólkaheilsustýrinum

Fólkaheilsustýrið, sum er okkara føroyski heilsumyndugleiki, hevur fingið ábyrgdina av at umsita farsóttarøkið

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-05 10:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ár er liðið, síðan Fólkaheilsustýrið varð sett á stovn tann 1. januar 2023, og á eitt ára degnum fyri stovnanina, varð farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið og flutt á føroyskar hendur.

Í hesum sambandi skipaði Fólkaheilsustýrið fyri móttøku mikudagin.

Fólkaheilsustýrið, sum er okkara føroyski heilsumyndugleiki, hevur fingið ábyrgdina av at umsita farsóttarøkið. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt.

- At styrkja Fólkaheilsustýrið er ein av raðfestingunum hjá mær í 2024. Endamálið við raðfestingini er at fremja fyribyrging og fólkaheilsu og at tryggja yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum, segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, millum annað í røðu sínari til móttøkuna.

Øll røðan kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder