Margit Stórá, landsstýriskvinna viðí heilsumálum, heilsaði í gjár uppá nýggju farsóttarnevndina.
Á nýggjárinum verður farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið frá donskum myndugleikum. Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.
Í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum, er nýggj farsóttarnevnd sett. Í farsóttarlógini er ásett, at farsóttarnevndin er manna við seks føstum limum umframt trimum limum, sum landsstýrisfólkið velur. Føstu limirnir í farsóttarnevndini eru fútin, stjórin í Fólkaheilsustýrinum, landslæknin, stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, landsdjóralæknin og stjórin á TAKS.
Fyrsti fundur hjá nýggju farsóttarnevndini var í gjár, har nevndin skipaði seg. Michael Boolsen, fúti, er formaður í farsóttarnevndini.
Føstu limirnir í nevndini eru: Michael Boolsen, fúti, Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Birna Mørkøre, landsdjóralækni, og Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur valt, eru Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, Gunnvá Guttesen, varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum, og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.
Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir um handfaringina av alment vandamiklum og samfelagskritiskum sjúkum.
Frá vinstru: Birna Mørkøre, Lars Fodgaard Møller, Bárður Enni, Eyðun Mørkøre, Margit Stórá, Bjarni á Steig, Eyðun Christiansen, Michael Boolsen og Turid Arge
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald