Sambært Heimsheilsustovninum, WHO hevur koronafarsóttin í 2020 og 2021 kravt millum 13,3 og 16,6 milliónir mannalív.
Talan er um fólk, sum eru deyð antin beinleiðis av koronu ella av øðrum fylgjum, sum eru knýtt at farsóttini.
Deyðiligheitin undir koronafarsóttini eru roknað út frá munin millum talið á andlátum, sum eru skrásett í hesum tíðarskeiðnum, og tað talið, sum vanliga hevði verið skrásett í sama tíðarskeiði, um eingin farsótt hevði verið.
Tey vælbjargaðu londini eiga 15 prosent av ovurstóra deyðatalinum, meðan hægri miðalinntøkulondini eiga 28 prosent, og londini við lægri inntøku eiga restina, skrivar Ritzau.
Talið var hægri hjá monnum enn kvinnum, og deyðstíttleikin var hægstur millum eldri fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald