Tað er órealistiskt at hugsa, at heimurin er sloppin av við koronafarsóttina tá hetta árið er av.
Soleiðis ljóðar tað frá heimsheilsustovninum WHO.
- Tað er ov tíðliga, og et haldi, at tað er órealistiskt at trúgva, at vit eru sloppin av við smittuna tá hetta árið er av, sigur Michael Ryan, ið er kreppustjóri í WHO.
Michael Ryan hevur tó í sambandi við hesa ávaringina sagt, at tað ber til at minka um avleiðingarnar, og minka talið av innleggingum og deyðum.
Hann sigur at koppseting av heilsustarvsfólki í fremstu røð, og teimum, ið eru í størst vanda fyri at fáa álvarsligar sjúkur, fer at minka um óttan fyri smittuni.
Michael Ryan leggur afturat, at frambrotini hesar seinastu vikurnar, ikki skulu takast fyri givið, hóast “tamarhald nú er á virusinum”.
WHO skrásetti í farnu viku eitt vaksandi tal av smittaðum. Tá høvdu tølini, galdandi fyri allan heimin, annars verið í minking í seks vikur.
Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, kallar hetta fyri “skuffandi, men ikki óvæntað”, skrivar AFP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald