Uttanlands

Fauci: Hjá summum kann eitt triðja prik verða neyðugt

Í løtuni verða kanningar gjørdar í USA, sum skulu staðfesta um, og nær, fólk skulu hava eitt triðja prik

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-07-26 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hjá summum kann tað verða neyðugt við einum triðja priki fyri koronu. Tað sigur Anthony Fauci, heilsuráðgevi hjá amerikonsku stjórnini.

Talan kann m.a. vera um sjúklingar, sum hava fingið nýggj yrkisgøgn, krabbameinssjúklingar, og fólk, ið hava eina sjálvórinssjúku. Hesi verða helst fremst í røðini, um tey fara í holt við at geva triðja prik, sigur hann.

Miðskeiðis í hesum mánaðinum segði Fauci tó, at amerikanarar, sum eru liðugt koppsettir ikki hava tørv á enn einari koppseting í løtuni. Samstundis segði hann tó, at kanningar í løtuni verða gjørdar í USA, sum skulu staðfesta, um og nær fólk skulu hava eitt triðja prik.

Hendan útsøgnin kom í kjalarvørrinum á eini fráboðan hjá Pfizer um, at tey fóru at søkja um góðkenning til at kunna geva eitt triðja prik.

Amerikanska heilivágsstýrið, FDA, og amerikanska Centers for Disease Control and Prevention (CDC) hildu tá ikki, at tað var neyðugt, og fyrr í hesum mánaðinum segði evropeiska heilivágsstýrið, EMA eisini, at tey onga grund síggja til at geva enn eitt prik. Hetta hóast kanningar hjá Pfizer geva eina ábending um, at tað kann verða neyðugt við enn einum priki millum seks og 12 mánaðir eftir seinna prik. Sambært EMA er ikki nóg nógv kunning um hetta, skrivar TV2.

Hóast tað enn ikki er greitt, hvørt tað verður neyðugt við einum triðja priki, boðaðu Hvítu Húsini fríggjadagin frá, at USA hevur bílagt 200 mió. skamtar afturat frá Pfizer/BioNTech. Hetta skal m.a. brúkast til børn undir 12 ár og eitt møguligt triðja prik.

Heimsheilsustovnurin hevur tó eisini ávarað ímóti at bíleggja meira koppingarevni til triðja prik, tá onnur lond nóg illa eru komin í gongd við at geva fyrsta prik.

Les eisini: USA ger ímóti boðunum frá Heimsheilsustovninum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder