Uttanlands

USA: 79 ára gamal maður dripið í minsta lagi 50 fólk

Í 2014 varð Samuel Little dømdur fyri trý dráp, men FBI hevur nú váttað, at hann hevur dripið nógv fleiri. Hetta ger hann til mest aktiva hópdrápsmannin í amerikanskari søgu.

Mynd: Los Angeles Times

Mynd: Los Angeles Times

2019-10-07 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í USA hevur FBI sett ein 79 ára gamlan mann í sambandi við í minsta lagi 50 dráp, og ger hetta mannin til mest aktiva hópdrápsmannin í amerikanskari søgu.

79 ára gamli maðurin, Samuel Little sigur seg hava dripið 93 fólk í tíðarskeiðnum 1970 - 2005, men higartil hevur tað ikki eydnast FBI at seta hann í sambandi við meira enn 50 dráp.

Hóast hetta sigur FBI, at teir meta játtan hansara vera álítandi.

Sambært Politiken eru tey flestu av ofrum hansara kvinnur, og nógvar teirra vórðu dripnar við rúsevnisyvirdosis.

Samuel Little fekk lívtíðarfongsulsrevsing í 2014 fyri trý dráp, men hóast hann longu situr inni, hevur tað stóran týdning, at tey fáa greiðu á øllum málunum, verður sagt úr FBI.

Samuel Little er eisini kendur sum Samuel McDowell. Fyrstu ferð hann varð tikin var á einum herbergi í Kentucky í 2012 fyri brot á rúsevnislógina.

Hann varð fluttur til Kalifornia, har ein dna-roynd av honum setti hann í samband við trý óloyst drápsmál. Hetta var orsøkin til, at hann varð dømdur fyri at hava dripið tríggjar kvinnur í Los Angeles millum 1987 og 1989.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder