Uttanlands

FBI hevur leysgivið skjøl um yvirgangsálopini í 2001

Hetta hendi á 20 ára degnum fyri álopini eftir áheitan frá forsetanum, Joe Biden

Her sæst forsetaparið, Joe og Jill Biden og varaforsetaparið, Kamala Harris og Douglas Emhoff til minningarhald í Arlington, Virginia (Mynd: EPA)

Her sæst forsetaparið, Joe og Jill Biden og varaforsetaparið, Kamala Harris og Douglas Emhoff til minningarhald í Arlington, Virginia (Mynd: EPA)

2021-09-12 11:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, nakrar fáar tímar eftir 20-ára minningarhaldini fyri yvirigangsálopini 11. september, leysgav amerikanska samveldisløgreglan, FBI skjøl um kanningina av álopunum, sum higartil hava verið loynilig.

Tað var í farnu viku, at amerikanski forsetin, Joe Biden boðaði frá, at hann fór at geva boð um, at kanningarskjølini skuldu almannakunngerast. Hetta var orsakað av trýsti frá avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í álopunum í 2001, og sum illtonktu Saudiarabiska stýrið fyri at hava stuðlað teimum 19 persónunum, sum rændu fýra flogfør.

Tvey flogfør rendu á World Trade Center í New York City, meðan eitt triðja flogfar rakti Pentagon, og fjórða flogfarið, ið var ávegis til Washington D.C. datt niður á eina mørk í Pennsylvania, eftir at ferðafólkini lupu á flogránsmenninar.

Joe Biden gav boð um at almannakunngera skjølini. Hetta eftir at yvir 1.600 avvarðandi til tey nærum 3.000 ofrini í einari felags áheitan høvdu heitt á hann um ikki at luttaka í minningarhaldunum, um hann ikki gav boð um at leysgeva skjølini.

Joe Biden luttók saman við konuni, Jill Biden í minningarhaldi í New York City, Pennsylvania, og Virginia.

Leygardagin vórðu 16 síður almannakunngjørdar, har fleiri tekstabrot vórðu strikað út. Komandi hálva árið fer FBI væntandi at almannakunngera fleiri skjøl, skrivar Ritzau.

Skjølini, sum vórðu kunngjørd leygardagin, snúgva seg um eina samrøðu frá 2015 við ein persón, sum søkti um amerikanskan ríkisborgaraskap. Viðkomandi hevði fleiri ár áðrenn hetta havt samband við saudiarabiskar ríkisborgarar, sum sambært FBI góðu flogránsmonnunum "týðandi stuðul". 15 av teimum, sum rændu flogførini í 2001 vóru úr Saudiarabia, meðan hini fýra komu úr øðrum londum úr Miðeystri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder