Uttanlands

FBI rannsókn hjá Trump setir dagsskránna í USA

Fleiri republikanskir politikarar krevja, at løgmálaráðharrin alment kunnar um orsøkina til rannsókn hjá fyrrv. forsetanum. Onkur vil hava hann koyrdan frá. Trump kallar rannsókn fyri eina roynd hjá demokratum at forða honum at stilla upp til forsetavalið í 2024. Hvítu Húsini svara, at Løgmálaráðið er óheftur og ópolitiskur stovnur.

Donald Trump, fyrrverandi forsetin í USA, uttanfyri heimið í Maro-a-Lago í Florida, sum varð rannsakað av F.B.I. í vikuni

Donald Trump, fyrrverandi forsetin í USA, uttanfyri heimið í Maro-a-Lago í Florida, sum varð rannsakað av F.B.I. í vikuni

2022-08-10 13:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Greining. Tað var mánakvøldið, at F.B.I., amerikanska trygdartænastan  “Federal Bureau of Investigation”, rannsakaði húsini hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump í Florida. Hetta gjørdi hon eftir boðum frá dómara, sum hevði givið løgmálaráðnum loyvi til at kanna og leggja hald á almenn klassifiserað skjøl hjá Hvítu Húsunum, sum Donald Trump tók við sær til Mar-a-Lago bústaðin í Florida eftir forsetavalið.

[object Object]

Myndugleikarnir hava mett, at Trump hevði ikki loyvi til at leggja hald á eina rúgvu av skjølum, sum hoyrdi til Hvítu Húsini, og hava áður biðið Trump um at lata skjølini aftur til Hvítu Húsini.  Síðani eru nøkur av skjølunum send aftur, meðan onnur framvegis hava ligið í heiminum hjá Trump. Tað eru hesi skjølini, sum FBI og løgmálaráðið vilja hava innlit í, tí tey m.a. kunnu hava týdning fyri kanningarnar av Donaldi Trump og hansara leikluti í álopinum á Kongressina.

[object Object]

Avgerðin at fáa atgongd til umrøddu skjøl er blástemplað av løgmálaráðharranum, Merrick Garland, sum eftir øllum at døma er við at kanna fleiri mál, ið hava samband við virksemi hjá fyrrverandi forsetanum, eitt nú álopið á Kongressina í januar 2021. Harumframt fevna umrøddu kanningar eisini um roknskaparviðurskifti í fleiri av feløgunum, ið Donald Trump eigur. Enn eitt mál, sum er partur av kanningunum, er telefonsamrøðan Trump hevði við ovastu leiðsluna í statinum Georgia, tá táverandi forsetin eftir valið heitti á hana um at finna ávíst tal av atkvøðum, sum  kundu broyta valúrslitið í statinum til fyrimunar fyri Trump.

Rannsóknin í Florida hevur fingið fleiri framstandandi republikanskar politikarar at mótmæla og krevja eina frágreiðing frá løgmálaráðnum og FBI um, hví hetta óvanliga stigið er tikið, nakað,  sum ongantíð er hent í amerikanskari søgu áður. Fleiri teirra fara so langt sum at krevja løgmálaráðharran og stjóran í FBI koyrdar.

[object Object]

Donald Trump kallar sjálvur rannsóknina enn eina roynd at sverta seg og eina roynd at forða honum í at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024 og leggur Joe Biden og hansara demokratar undir at standa aftanfyri. Trump heitir á sínar stuðlar um at steðga hesum politisku álopum á seg og mótmæla.

Hvítu Húsini hava svarað ákærunum og siga, at løgmálaráðið og FBI eru óheftir stovnar. Forsetin og Hvítu húsini frættu ikki um rannsóknina fyrr enn eftir, at tíðindini komu fram í almenninginum. Tað var Trump sjálvur, sum fyrstur bar tíðindi og vísti á, at hetta var enn ein roynd at undirgrava seg.

Tað er ikki vanligt, at Løgmálaráðið fer út alment við kunning um eitt møguligt komandi rættarmál og kanningar undan hesum. Tað einasta, sum løgmálaráðharrin higartil hevur sagt alment, tá hann verður spurdur, um Ráðið kannar Donald Trump, er, at hvør steinur verður vendur, tá talan er um brot á lógina. Eingin er omanfyri lógini hevur hann sagt aftur og aftur.

Hann hevur tó ikki víst aftur, at Løgmálaráðið kannar viðurskifti rundan um álopið á Kongressina í 2021.

[object Object]

Merrick Garland, løgmálaráðharri, stendur fyri skotum frá republikanarum fyri at vera partur av eini politiskari jagstran frá demokratunum  av Donald Trump. Umboð fyri Hvítu Húsini siga, at løgmálaráðið er ein óheftur stovnur uttan politiska íblandan.


Eygleiðarar í amerikonskum miðlum eru ymiskir á máli, hvussu seinasta rannsóknin kann ávirka komandi miðvalini í november. Fleiri teirra halda, at rannsóknin kemur sera væl við hjá Donald Trump og hansara mongu stuðlum, eitt nú teimum, sum Trump hevur sagt seg vilja stuðla til komandi val, tí hetta er við til at eggja teimum mongu av republikansku veljarnunum, ið stuðla Trump til eitt nú til at stilla upp til forsetavalið í 2024. Hetta passar sum fótur í hosu inn í valkampanjurnar hjá Donald Trump fyri at vinna á demokratum. Tí meðan fosturtøkumál og veðurlagslóg, ið demokratar vilja skulu skulu seta dagsskránna undan miðvalunum,  so er tað nú aftur Donald Trump, sum stendur ovast á breddunum.

Enn veit eingin, hvat fer at henda eftir rannsóknina. Men tað er greitt, at hon kann fáa stóran týdning fyri gongdina í komandi miðvalunum.

Kongressnevndin, sum framvegis kannar álopið á Kongressina í 2021, hevur  higartil  hildið 8 hoyringar í málinum, og hevur boðað frá, at hon fer at hava enn eina hoyring í komandi mánað, áðrenn hon tekur samanum og m.a. fer at lata Løgmálaráðnum alt tað rúgvusmikla tilfarið, sum er komið fram undir drúgvu kanningunum. Næstforkvinnan í nevndini, republikanska Liz Cheney hevur sagt frá, at fleiri nýggj vitni hava ynskt at møta at siga teirra søgur, serliga eru tað fólk, sum hava starvast í Hvítu Húsunum undir Donald Trump.

[object Object]

Miðlar um Donald Trump, álopið á Kongressina og rannsóknina í Florida

Miðlar kring allan Vesturheimin gera nógv burtur úr málinum, sum hevur sín uppruna í forsetavalinum í 2020, ið Joe Biden vann men sum Donald Trump noktaði og enn noktar at viðurkenna.  

Eitt nú hevði danska útvarpið, DR, nú um dagarnar sending um alt málið viðvíkjandi valúrslitinum og tí, sum hendi aftaná. Tað er søgumaðurin Niels Bjerre-Poulsen, sum hevur hugt at málinum og gevur eina gjøgnumgongd.

Sí leinkju niðanfyri:

https://www.dr.dk/lyd/special-radio/genstart/genstart-2022-01-01-00-00-42

Amerikanskir miðlar gera nógv burtur úr rannsóknini í Mar-a-Lago. Tveir teirra  “The Washington Post” og “Fox News” greiða eisini frá teimum kanningum og ákærum, sum hava verið í málinum.  

Niðanfyri leinkjur til greinar og tilfar í hesum báðum miðlunum  um bæði rannsóknina og tær mongu kanningar, sum eru í gongd rundan um Donald Trump og hansara virksemi:


https://www.washingtonpost.com/politics/2022/02/07/what-is-presidential-records-act-how-did-trump-violate-it/?utm_campaign=wp_politics_am&utm_medium=email&utm_source=newsletter&wpisrc=nl_politics&carta-url=https%3A%2F%2Fs2.washingtonpost.com%2Fcar-ln-tr%2F35fb3c3%2F62f3953ccfe8a21601244a78%2F5975bb0d9bbc0f1cdc025f28%2F10%2F54%2F62f3953ccfe8a21601244a78&wp_cu=cf2af721923889ea54af0ca1b979d71e%7C379CAD21C9D6285BE0530100007FC5CD


https://www.washingtonpost.com/politics/2022/04/29/trump-investigations-litigation/

https://www.npr.org/2022/08/09/1116579204/mar-a-lago-fbi-raid-fox-news?t=1660126947398


Eisini bretsku miðlarnir BBC og Reuters gera nógv butur úr málinum. Her leinkjur til tvær av nýggjastu greinunum í BBC og eini í Reuters.

https://www.bbc.com/news/world-us-canada-62486406


https://www.bbc.com/news/world-us-canada-62487602?xtor=AL-72-%5Bpartner%5D-%5Bgnl.newsletters%5D-%5Bheadline%5D-%5Bnews%5D-%5Bbizdev%5D-%5Bisapi%5D&xtor=ES-213-[BBC%20News%20Newsletter]-2022August9-[top+news+stories]


https://www.reuters.com/legal/what-charges-might-trump-face-removing-white-house-records-2022-08-10/?utm_source=Sailthru&utm_medium=newsletter&utm_campaign=daily-briefing&utm_term=08-10-2022


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder