Kanningar hjá amerikonsku samveldisløgregluni, FBI, geva ábending um, tað helst var ein leki úr einari kanningarstovu í kinesiska býnum Wuhan, sum er orsøkin til koronafarsóttina.
– FBI hevur í eina tíð nú mett, at upprunin til farsóttina helst er ein møgulig hending á einari kanningarstovu í Wuhan, sigur Christopher Wray, stjóri í FBI.
Tað sigur hann við Fox News, eftir at tað kom fram, at ein frágreiðing frá amerikanska orkumálaráðnum var komin til somu niðurstøðu sambært blaðnum The Wall Street Journal.
Har er tó ikki full semja um hesa metingina millum granskarar og kanningarfólk, skrivar Ritzau.
Tilsamans átta amerikanskir stovnar kanna í løtuni upprunan hjá koronafarsóttini, og fýra av teimum meta higartil, at farsóttin hevði ein natúrligan uppruna, men teir eru tó ikki heilt vísir í hesari metingini.
Kinesiski stórbýurin Wuhan verður vanliga mettur at vera upprunastaðið hjá koronafarsóttini, sum byrjaði at gera um seg síðst í 2019. Spurnartekin hevur verið sett við, um virussið kom frá djórum á einum marknaði í býnum, ella um tað kom frá einari kanningarstovu.
Í sambandi við greinina hjá Wall Street Journal, vísti kinesiska uttanríkismálaráðið til eina kanning hjá Heimsheilsustovninum (WHO). Har var niðurstøðan, at tað var sera ósannlíkt, at korona stavaði frá einari kanningarstovu.
Talsfólk hjá ráðnum, Mao Ning leggur eisini USA undir at gera málið um upprunan hjá koronu politisk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald