Uttanlands

Feðgar álopnir av bjørn í Italia

Talið á bjarnum í Alpunum er økt nógv seinastu árini

2020-06-23 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 59 ára gamal maður og 28 ára gamli sonur hansara vórðu álopnir av eini bjørn á einum fjallatúri í landnyðrings Italia í gjár.

Teir gingu á eini fjallarás umleið 50 kilometrar norðan fyri býin Trento, tá teir í gjárkvøldið um 18 tíðina møttu eini bjørn.

Yngri maðurin, sum gekk frammanfyri gjørdist so bilsin av at hitta bjørnina, at hann datt. Bjørnin fyri yvir til hansara og stóð yvir honum, og hetta fekk pápan til at leypa á djórið.

Pápin breyt beinið á fleiri støðum, skriva italskir miðlar, og er nú til viðgerðar á sjúkrahúsi fyri beinbrot og skaða aðrastaðni á kroppinum. Báðir menninir eru innlagdir og avhoyrdir av løgregluni.

Bjørnin er hótt djóraslag og fleiri bjarnir eru settar út í skógarøkinum í Trento sum liður í einum endurreisingarætlan, sum er fíggjað av ES.

Fólkið í økinum hevur fyrr mótmælt hesum og fleiri vandamiklar støður hava eisini verið millum bjarnir og fólk.

Síðan serliga ES-ætlanin varð sett í verk í 2000 eru bjarnirnar í Alpunum øktar í tali. Brúnu bjarnirnar eru heintaðir úr Slovenia.

Í Suðurtirol var vanligt at veiða bjørn í gomlum døgum, og umleið 1950 var brúna bjørnin nærum oydd, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder