Mentan

“Feels good to be needed” – nýggjur sangur við Marionnu

Sangurin er partur av heildarútgávu, sum kemur út 29. mai

2026-03-20 14:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- At geva av sær sjálvum kann kennast ordiliga gott, men gera vit tað fyri onnur, ella fyri okkum sjálvi?

Nýggi sangurin, sum Marianna Winter gevur út í dag, snýr seg um rúsin, ein fær av at vera alt fyri ein annan. Men nær er talan um ósjálvsøkni, og nær eru vit bara bundin at sjálvum rúsinum? Er ein relatión veruliga sterk, tá annar parturin gevur seg 100%, ella er tað bara ein máti at krógva sín egna tørv aftanfyri tørvin hjá øðrum.

Við “Feels Good To Be Needed” fer Marianna Winter enn djúpri inn í tann kensluliga, tónleikaliga og visuella heimin, sum hon hevur bygt umkring komandi heildarútgávu sína, har erligar og til summar tíðir, mótsigandi, kenslur fáa rúm.

Framleiðslan er drivin av grovum og skitnum trummum og gittarum, sum draga tankar til nullara pop/rock, meðan teksturin er beinrakin, erligur og litaður av einum semi-ironiskum tóna.

Lagið er partur av komandi heildarútgávuni “The More You Know”, sum kemur út 29. mai.

Á útgávudegnum fer Marianna Winter at framføra alla útgávuna í sínum fulla líki í Norðurlandahúsinum, saman við fullum bólki og stórari framleiðslu.

Atgongumerki fæst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder