Innanlands

Fegnast um at útbyggingarnar á vinnuøkinum halda fram

Í seinastu býráðssetu varð gongd sett á at gera umstøðurnar kring bygningin hjá Pomek á vestarubryggju betri, og hóskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð at víðka um verkætlanina

2021-03-26 18:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í seinastu býráðssetu varð gongd sett á at gera umstøðurnar kring bygningin hjá Pomek á vestarubryggju betri, og í gjárkvøldið varð samtykt at víðka um verkætlanina.

- Tað gleðir meg almikið, at stafettin verður tikin víðari, og arbeiðið við at betra um viðurskiftini á Havna- og Vinnuøkinum halda fram. Virksemið í kommununi økist, og við teimum útbyggingum, sum Pomek hevur á vestara armi, eri eg sannførdur, um at vit fáa enn størri virksemi, ið fer at gagna kommunu okkara, sigur Tummas Lervig, býráðslimur.

Útbyggingin hjá Klaksvíkar kommunu fer at geva meiri kajpláss umframt at gera tað arbeiðsligari á havnaøkinum.

- Tað er umráðandi, at vinnan framhaldandi kann folda seg út, og at býráðið er viðspælari og megnar at finna loysnir. Hetta er eitt gott dømi um tað, somuleiðis góða samstarvið, býráðið hevur havt við aðrar stórar fyritøkur, ið hava virksemi í kommununi, sigur Andreas Josephsen, býráðslimur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder