Innanlands

Fekk armin í klemmu

Eitt arbeiðsóhapp hendi á alibáti á Sandsvág í gjár

Heyganes (Mynd: Skipalistin)

Heyganes (Mynd: Skipalistin)

2022-03-31 12:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint fyri middag í gjár varð boðað frá einum arbeiðsóhappi úti á Sandsvág, har ein maður í sambandi við arbeiði umborð á alibátinum Heyganesi, hevði fingið armin í klemmu undir einum togenda.

Báturin skundaði sær inn á Sand, haðani maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsið til kanningar. Arbeiðseftirlitið kannar nú málið nærri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder