Innanlands

Fekk bót fyri at koyra við ólesiligum nummarplátum

Bilførari hevur ábyrgdina av, at nummarpláturnar á bilinum eru so mikið reinar, at tær kunnu avlesast

2024-08-29 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari fekk í gjár eina bót fyri at koyra runt við einum bili, har tað ikki bar til at lesa nummarpláturnar. Helst hevur bilurin verið ov skitin.

Ferðsluløgreglan koyrdi runt í høvuðsstaðnum í gjár og kannaði ferðsluna.

Umframt at skriva út bótina til bilin við teimum skitnu nummarplátuni, varð ein bilførari avdúkaður fyri at tosa í fartelefon meðan hann koyrdi, og ein annar var støðgaður, tí illgruni var um rúsdrekkakoyring. Nú verður bíðað eftir úrslitinum av blóðroyndini.

Løgreglan fekk í gjár eisini fráboðan um, at ein traðkisúkkla var horvin í Havn. Løgreglan metir seg hava møgulig spor at ganga eftir, og kannar málið nærri í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder