2024-11-01 08:17
Løgreglan var við ein barnagarð í Klaksvík í gjár og gjørdi eitt átak. Eitt mál varð skrivað. Ein bilførari fekk klipp fyri manglandi trygdarútgerð til barn, sum sat í bilinum.
Seinni vóru trý mál skrivað. Tríggir bilførarar sum koyrdu beint omanfyri 100 km/t fingu allir klipp í koyrikortið í Kaldbaksbotni.
Um middagsleirtið fór ein bilur á rull við eitt hvíldarheim í Havn. Hví bilurin fór á rull er óvist, men ein lítil samanstoytur var við annan parkeraðan bil, sum fekk lítlan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald