Uttanlands

Nýsæland: Fekk manifest sendandi níggju minuttir áðrenn álopið

Í manifestinum, sum skrivstovan hjá forsetisráðharranum fekk sendandi, rósti høvundurin millum annað Anders Behring Breivik

Jacinda Ardern (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern (Mynd: EPA)

2019-03-17 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin, níggju minuttir áðrenn ein yvirgangsmaður fór inn í moskuna í Nýsælandi og byrjaði at skjóta frá hond, fekk skrivstovan hjá forsetisráðharranum ein teldupost við einum manifesti.

Hesum greiddi forsetisráðharrin, Jacinda Ardern, frá á tíðindafundi í dag.

- Eg var millum tey gott 30, sum fingu manifestið, sum varð sent út níggju minuttir fyri álopið, sigur hon.

Tveir minuttir seinni, varð manifestið sent trygdardeildini.

Jacinda Ardern hevur sjálv lisið brot úr manifestinum, sum hevur heitið "Stóra útskiftingin".

Tað er 28 ára gamli Brenton Tarrant, sum er undir illgruna fyri at hava staðið aftanfyri álopið, og hildið verður eisini, at tað var hann, sum skrivaði manifestið. Hann skal somuleiðis hava lagt manifestið út á sosialar miðlar, og illgruni er um, at hann hevur livestroymað álopið á Facebook.

Heitið á manifestinum hevur sama heiti sum ein samansvørjingarteori í Fraklandi. Har verður tosað um, at evropeiskar íbúgvar verða skiftir út við tilflytarum, sum fáa fleiri børn.

Í manifestinum lýsir høvundurin seg sum ein "vanligan hvítan mann". Hann skrivaði eisini, at hann helt, at londini í vesturheiminum vórðu blivin álopin av muslimum. Eisini rósti hann øðrum monnum, sum høvdu lopið á antin tilflytarar, muslimar, litt fólk ella politikarar, sum høvundurin sær sum svíkjarar.

Millum teirra, sum høvundurin rósti, var Anders Behring Breivik, sum drap 77 ung fólk á norsku oynni Utøya í 2011.

Tvær moskur í Christchurch vórðu álopnar. Higartil hava í minsta lagi 49 fólk latið lív. 41 fólk vórðu dripin í al-Noor moskuni, 7 vórðu dripin í Linwood-moskuni, og ein doyði á sjúkrahúsinum. Uml. 48 fólk vórðu eisini særd í álopinum, sigur lokala løgreglan sambært DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder