Innanlands

Felagið Føroysk Marknaðarfólk setur sjóneykuna á vitlíki og marknaðarføring

Áhugafelagið fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum skipar fyri tveimum limatiltøkum um vitlíki og marknaðarføring. Morten Saxnæs, ið er serfrøðingunum innan evnið, fer at leiða limatiltøkini á KG og Hotel Brandan.

Morten Saxnæs rekur Studio Saxnæs, har hann ráðgevur fyritøkum um kreativitet og nýggja tøkni (Mynd: Felagið Føroysk Marknaðarfólk)

Morten Saxnæs rekur Studio Saxnæs, har hann ráðgevur fyritøkum um kreativitet og nýggja tøkni (Mynd: Felagið Føroysk Marknaðarfólk)

2026-10-19 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vitlíki hevur longu broytt hvussu fyritøkur marknaðarføra seg, og hvussu viðskiftafólk finna vørur og tænastur. Í staðin fyri at leita á Google, spyrja fleiri og fleiri brúkarar vitlíki um viðmæli. Spurningurin er, um tín fyritøka verður nevnd – ella kappingarneytin?

Hetta fer Morten Saxnæs, ið er ein av fremstu serfrøðingunum í Danmark innan marknaðarføring, tøkni og vitlíki at viðgera nærri til limatiltakið, ið verður týsdagin 20. oktober 2026, klokkan 13.30 á KG í Klaksvík.

Tiltakið er einans ætlað limum í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk. Limir, sum ikki longu hava gjørt tað, kunnu enn melda seg til tiltakið, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Á tiltakinum fer Mortan at geva innlit í, hvussu vitlíki ávirkar marknaðarføring og kappingina millum fyritøkur. Dentur verður lagdur á, hvat vitlíki kann í dag, hvussu arbeiðsuppgávur og førleikar broytast, og hvat skal til fyri at skara framúr, tá øll hava atgongd til somu amboð. Eisini verður hugt at, hvønn týdning kreativitetur, branding og menniskjaligir førleikar fáa í eini tíð, har vitlíki kann skapa alsamt meira.

Morten Saxnæs rekur Studio Saxnæs, har hann ráðgevur fyritøkum um kreativitet og nýggja tøkni. Hann hevur eisini staðið fyri fleiri altjóða lýsingarherferðir, m.a. fyri Momondo, VELUX og TV 2.

Mikudagin 21. oktober verður ein praktisk verkstova á Hotel Brandan, har limir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk fara at læra at brúka vitlíki í dagliga arbeiðinum við marknaðarføring. Við vitlíkisamboðnum Claude verður arbeitt við tekstskriving, hugskotsmenning, greining og at skapa betri úrslit við røttum spurningum.

Tað er somuleiðis Morten Saxnæs, ið skipar fyri hesum skeiðnum saman við Felagnum Føroysk Marknaðarfólk. Luttakararnir fáa høvi at arbeiða við egnum uppgávum og læra at nýta vitlíki effektivt og sjálvstøðugt. Eftir verkstovuna hava tey ítøkilig amboð og eina ætlan, sum kann takast í nýtslu beinanvegin.

Hetta skeiðið er longu fullteknað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder