Innanlands

Felagið Føroysk Træseglskip fingið nýggja nevnd

Tá Felagið Føroysk Træseglskip hevði aðalfund fríggjadagin, valdu tveir av stovnarunum, Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen, ikki at taka við afturvali

2019-11-11 15:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 8. november hevði Felagið Føroysk Træseglskip aðalfund, har nevnd m.a. skuldi veljast. Tveir av stovnarunum, Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen valdu ikki at taka við afturvali.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at avbjóðingarnar eru nógvar, og at tað fyrsta, sum farið verður í holt við, verður at royna at útvega gamla siglandi træskipaflotanum meira stuðul.

Felagið heldur, at fíggjarlig orka er í samfelagnum at varðveita tann partin av flotanum, sum í dag siglir.

- Fyrsta stig er at venda okkum til Føroya Løgting og allar kommunurnar um framhaldandi at vísa virðing fyri træseglskipunum og tí sjálvbodna arbeiði, ið har verður lagt, og sum kemur væl við, og styrkir okkum enn meira í trúnni á, at alt Føroya fólk stendur saman um at varðveita okkara siglandi arv og søguna um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi. Uttan almennan stuðul ber snøgt sagt ikki til at varðveita tað, ið eftir er av hesum stásiligi skipum og bátum, sigur felagið.

Nýggja nevndin í Felagnum Føroysk Træseglskip er skipað soleiðis:

Kári millum Garðarnar, formaður
Gudmund Jacobsen, næstformaður
Emil Simonsen, nevndarlimur
Hávarður Enni, nevndarlimur
Claus Reistrup, nevndarlimur
Jóannes Eidesgaard, tiltaksnevndarlimur
Dánial Joensen, tiltaksnevndarlimur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder