Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í skrivi í dag kl. 12 boðað frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar sum starvast innan sáttmálaøkið hjá Fíggjarmálaráðnum fara í arbeiðssteðg beinanvegin uttan nakra fráboðanarfreist.
Fíggjarmálaráðið hevur boðað Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá, at tá sjúkrarøktarfrøðingar settir innan sáttmálaøkið hjá Fíggjarmálaráðnum fara í verkfall, uttan at halda fráboðanarfreistina, so er hetta eitt óheimilað stríðsstig sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, dagfest 10. apríl 2014.
Málið verður tí beinanvegin lagt fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald