Innanlands

Felagið Grannalív handaði býráðnum 1000 undirskriftir

Felagið mótmælir ætlaðu byggingini av parkeringshúsi við Bøkjarabrekku

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-09-23 15:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin vóru umboð fyri Felagið Grannalív - umboðandi niðara part av Tinghúsvegnum í Havn, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu – á vitjan á Ráðhúsinum í Havn.

Endamálið var at handa umleið eitttúsund undirskriftir og eitt mótmæli móti ætlaðu byggingini av parkeringshúsinum við Bøkjarabrekku.

Varaborgarstjórin Annfinn Brekkstein tók ímóti og handaði beinanvegin undirskriftirnar til kommunustjóran. Hoyringsfreistin er úti og málið um broyting av byggisamtyktini kemur fyri á komandi býráðsfundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder