Uttanlands

Felagið handan Facebook skiftir navn til Meta

Eitt “metaverse” er nýggja málið hjá Facebook-stovnaranum, Mark Zuckerberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-28 22:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagið sum eitt nú eigur Facebook, Messenger, Instagram og WhatsApp, og sum higartil bara hevur havt navnið Facebook, broytir nú navn til Meta.

Tað upplýsti stovnarin og stjórin Mark Zuckerberg í einari framløgu í kvøld.

Navnið skal ímynda ætlaninar hjá felagnum innan tykisheimin sum Mark Zuckerberg lýsir sum “metaverse”.

Hann sigur at innan tíggju ár eru tað ein milliard fólk á metaverse, og tað fer at vera staðið har tað ber til at samskifta, arbeiða og skapa vørur og innihald saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder