Fyrsti fundur hjá ráðnum varð hildin 15. februar.
Áðrenn fundurin byrjaði, segði Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, nøkur orð um týdningin av at hava eitt ráð, umboðandi øll foreldraráð í kommununi, hjá limunum í mentamálanevndini at sparra við, og sum kann ráðgeva í málum, sum eru viðkomandi fyri foreldur og børn teirra.
Foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu er sett á stovn at umboða øll foreldraráð á dagstovnaøkinum í kommununi og at virka fyri at fremja áhugamál hjá børnum og foreldrum.
Nokk av málum at tríva í
Limirnir í ráðnum eru á einum máli um, at størri politiskt fokus skal vera á dagstovnaøkið. Millum annað:
Rúmligir karmar: Kommunan eigur at uppraðfesta og arbeiða meira miðvíst við at lyfta støðið á rúmligu karmunum á stovnunum, so teir hóska til nútímanskrøv. Betri uttan- og innandura karmar betra eisini arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólki og børnum.
Draga til og varðveita starvsfólk: Kommunan eigur at arbeiða meira miðvíst fyri at draga fleiri roynd hjálparfólk og námsfrøðingar til dagstovnaøkið.
Foreldraráð: Felags foreldraráðið fer at stremba eftir at birta hugin hjá foreldrum at gerast virkin í foreldraráðunum á stovnunum í kommununi. Millum annað við at varpa ljós á, hvussu foreldraráð kunnu betra umstøður á dagstovnunum. Avbjóðingarnar á dagstovnaøkinum kunnu ikki loysast í eini handavend. Neyðugt er at arbeiða miðvíst eftir langtíðarmálum fyri dagstovnaøkið, sum eru kjølfest politiskt, í samráð við starvsfólk, foreldur og umsitingina.
Á fyrstkomandi fundi í vár fara ráðslimirnir at leggja dent á at kunna seg nærri um viðurskifti á barna- og ungdómsøkinum og leggja eina ætlan fyri ráðsarbeiðið framyvir.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald