Í novemburmánað skipaði Vágs Kommuna fyri matarkvøldi fyri allar borgarar í Vági. Kvøldið eydnaðist sera væl, og eini 120 fólk fingu sær eina góða máltíð, sigur Vágs kommuna, sum nú skipar fyri enn einum felags matarkvøldi.
Tað verður hóskvøldið 29. februar millum klokkan 17 og 20 í hølunum hjá Frelsurnarherinum. Neyðugt er við tilmelding, sigur kommunan.
– Tankin í kvøldinum er at geva borgarum møguleika at seta til borðs, sum einstaklingur ella sum familja, og njóta eina góða máltíð. Tí gerandisdagurin hjá nógvum – kanska serliga smábarnafamiljum – er hektiskur. Nógv skal avrikast og samdøgrið er ikki longri enn 24 tímar. Fyri at lætta um, so bjóðar Vágs Kommuna øllum borgarum til matarkvøld, har høvið er fyri hugna og samveru saman við teimum nærmastu og vinfólki.
– Á matarkvøldinum ber eisini til at gera matpakkar til børnini, ið tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagineftir, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald