Innanlands

Felags matarskipan á stovnum og skúla í Vága kommunu

Býráðið hevur samtykt eina felags kommunala matarskipan á dagstovnum og í skúlanum á Giljanesi. Talan verður um eina royndarverkætlan í eitt ár.

Skúlin á Giljanesi (Savnsmynd: jn.fo)

Skúlin á Giljanesi (Savnsmynd: jn.fo)

2026-11-08 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir

Hóskvøldið 5. november samtykti býráðið í Vága kommunu at seta í verk eina felags kommunala matarskipan á stovnunum Miðgarði, Sóljugarði og Smílikulluni og í skúlanum á Giljanesi.

Arbeitt hevur verið við at lýsa verandi støðu í kommununi, innheinta vitan og royndir frá øðrum, kanna undirtøku millum foreldur og starvsfólk og meta um ymiskar møguleikar fyri skipan og íverksetan. Foreldraráð og skúlastýrið hava verið við sum hoyringspartar, skrivar Vága kommuna.

– Matarskipanin byggir á kostpolitikkin, sum býráðið samtykti 30. september 2025. Kostpolitikkurin sigur, at matur og máltíðir eru týðandi partur av trivnaði, menning og gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Endamálið er ikki einans at útvega mat, men at skapa eina heild, har trivnaður, læring, heilsa og sosialur javnrættur hanga saman. Ein góð máltíð gevur orku til at spæla, læra og vera saman. Og øll børn skulu hava somu møguleikar. Tí er endamálið eitt javnbjóðis matartilboð til øll børn og ung í kommununi.

Tað er Matvitin við Poul Andrias Ziska og Joan Sørensen, sum fer at standa fyri matarskipanini, sum verður ein royndarverkætlan í eitt ár.

Matarskipanin verður fíggjað við foreldragjaldi og gjøgnum raksturin hjá Vága kommunu, og verða øll foreldur í kommununi boðin á kunnandi fund um matarskipanina, skrivar kommunan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald