placeholder
Innanlands

Felags morgunmatur á Skála leygardagin

Leygardagin 30. apríl bjóðar Runavíkar kommuna øllum borgarum til felags morgunmat í Ítróttarhøllini á Skála

2022-04-27 12:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tiltakið við felags morgunmati, sum fyrstu ferð varð roynt á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu í fjør, verður endurtikið í ár.

Leygardagin 30. apríl bjóðar Runavíkar kommuna øllum borgarum til felags morgunmat í Ítróttarhøllini á Skála.

Tiltakið byrjar kl. 9. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og Skálafjarðar Sløkkilið syngur nakrar sangir. Angela og Hannibal skipa fyri barnaundirhaldi. Á tiltakinum verður eisini avdúkað, í hvørjari skaldskapargrein kappast verður í í skrivikappingini næsta ár. Í 2021 varð kappast um at skriva stuttsøgur, og í ár varð kappast innan essay-skriving.

Tiltakið væntast at vara til á leið kl. 11, tá hugagóir svimjarar leggja leiðina um fjørðin av Akkersvík á Skála til Skipanes.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder