Innanlands

Felagsbygningurin hjá Fróðskaparsetrinum verður nú projekteraður

Ætlanin er at byrja at byggja í 2026

(Mynd: Henning Larsen North Atlantic)

(Mynd: Henning Larsen North Atlantic)

2024-07-12 09:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder
Landsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henning Larsen North Atlantic um at projektera nýggja felagsbygningin hjá Setrinum.

Felagsbygningurin er kjarnin í yvirskipaðari heildarætlan um at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, sum fevnir um økið á Frælsinum og økið á Debesartrøð.  

Felagsbygningurin skal fyrst og fremst vera eitt livandi lestrarumhvørvi við lesisali, bólkarúmum og krókum, har høvi er hjá lesandi og starvsfólki at hugsavna seg, og her skal fyrisitingin og rektarin eisini hava skrivstovur. Felagsbygningurin skal somuleiðis í mest møguligan mun vera opin fyri almenninginum, sum skal kunna koma til tiltøk, fáa sær okkurt til matna o.s.fr. 

Fróðskaparsetur Føroya vil ganga á odda við burðardyggari og skynsamari bygging, og ynskiligt er, at felagsbygningurin verður ein fyrimynd fyri framtíðar føroyska byggilist, verkfrøði og handverk.  

Landsverk, ið er byggiharri á verkætlanini, hevur undirskrivað ráðgevarasáttmála við Henning Larsen North Atlantic, sum nú byrjar at projektera bygningin fram til seinnu helvt av 2025.  

Ætlanin er at byrja at byggja í 2026. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder