
Kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroynni bjóða sunnudagin 22. februar til stórt felagstiltak í Vági.
Marghøllin, sum í fjør bleiv gjørd aftur eftir stóran skaða, verður í ár karmur um felagsguðstænastu.
Tað er prestarnir og kirkjuráðini í Suðuroynni, ið skipa fyri.
Tiltakið hevur verið fyrireikað í eina tíð og nú sunnudagin verður stóra tiltakið, ið er ætlað øllum, børnum, vaksnum, ungum og eldri.
Áður hava prestarnir og kirkjuráðini skipað fyri útiguðstænastu, men hetta er fyrsta veruliga tiltak fyri alla oynna.
Guðstænastan sunnudagin kemur at líkjast vanligari guðstænastu, tó so eru søga og sangur, ið venda sær til børnini eisini á skránni.
Eftir guðstænastuna verður bjóðað til pizza og okkurt drekkandi, eins og tað eisini verður kaka og kaffi.
Frálíku karmnarnir í Marghøllini gera so eisini at eftir guðstænastuna, kunnu tey vitjandi royna klatriveggin, hoppiborgirnar og annars spæla sum teimum lystir.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/02/18/gallery-thumbnail/1739886760d46am7h7z0.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/02/18/gallery-thumbnail/1739886754xp9du3vwh9.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald