Mentan

Felagskonsert í Gøtu Kirkju

Mikukvøldið 16. oktober kl. 20 verður konsert við Gøtu Kirkju Ungdómskóri og Østerbro Pigekor úr Danmark

Gøtu Kirkju Ungdómskór

Gøtu Kirkju Ungdómskór

2019-10-15 18:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kórini fara í annaðkvøld at framføra nøkur verk hvør sær, og enda við at syngja 2 verk saman.

Kórini bæði telja uml. 35 sangarar hvørt. Kórleiðari hjá Østerbro Pigekor er Marlene Lollike, og hjá Gøtu Kirkju Ungdómskóri er Símun Hammer kórleiðari.

[object Object]Østerbro Pigekor

Repertoirið hjá kórunum er ein blandingur av heilt nýggjum tónleiki og klassiskum meistaraverkum.

Til konsertina í Gøtu kirkju syngja kórini klassiskar satsir, av J. Brahms, amerikanskar spirituals, sangir av Carl Nielsen og tey fara tey eisini at syngja nakrar vakrar føroyskar sangir, m.a. eftir Eivør Pállsdóttir.

[object Object]Gøtu Kirkju Ungdómskór

Kórini bæði arbeiða sera seriøst við kórsangi, og áhoyrarnir eiga tí at vænta eina konsert, sum kitlar væl í oyranum, og sum er bæði áhugaverd og gevandi at koma til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder