Leygardagin 27. apríl klokkan 17.00 verður felagskonsert í Fríðrikskirkjuni við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum.
Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum.
Eisini luttaka musikskúlanæmingar frá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum og einsamalllir.
Føroysk og útlendsk løg verða framførd. Millum annað eftir H. J. Højgaard, Knút Olsen og J. S. Bach.
Konsertin er partur av skránni hjá Várdøgum í Nes kommunu.
Nes kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald