Innanlands

Felagstilbúgving fingið nýggjan bjargingarbát

Felagstilbúgvingin fyri Fámjins-, Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunu hevur keypt bátin frá Eysturkommunu

(Mynd: Eysturoyarportalurin)

(Mynd: Eysturoyarportalurin)

2025-02-03 19:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin fekk felagstilbúgvingin fyri Fámjins-, Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunu handað nýggja bjargingarbátin.

RIB-báturin av slagnum Valiant S750 er keyptur frá Eysturkomunu.

Skjóttgangandi báturin verður staðsettur á Tvøroyri, men er skjótur at flyta til grannabygdirnar, um tørvur er á hesum.

Higartil hevur álitið hjá tilbúgvingini verið at sjóseta skjóttgangandi bátin "Royndin" hjá bjargingarfelagnum hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum er staðsettur í Hvalba, men við hesum bátinum økiskt trygdin og responstíðin, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Nýggi báturin verður navngivin ein av fyrst komandi døgum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder