Mentan

Femifagnaður í Filmsfelagnum: Smoke Sauna Sisterhood

– Okkara tanki og orsøk at velja henda film til høvið er, at fremmanda saunamentanin er ikki so langt frá føroyska fyribrigdinum at dyppa í sjóvarmálanum, sigur Filmsfelagið

2024-02-28 15:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 6. mars sýnir Filmsfelagið estiska heimildarfilmin "Smoke Sauna Sisterhood", sum Elin Lindenskov fer at innleiða.

Í einum sjáldsama intimum heimildarfilmi um kvinnur, sum fara í sauna, vísir 41 ára gamla Anna Hints (f.1982) okkum, hvønn reinsandi týdning tað hevur at fara í sauna. Fyri filmin vann hon evropeisku virðislønina, European Film Award, fyri besta heimildarfilmin í 2023.

Sýningin í Filmsfelagnum, sum er almenn, er, eins og undanfarin ár hesa tíð á árinum, í samstarvi við árliga Femifagnaðin.

– Okkara tanki og orsøk at velja henda film til høvið er, at fremmanda saunamentanin er ikki so langt frá føroyska fyribrigdinum at dyppa í sjóvarmálanum, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

Virðislønti biograffilmurin, ið varð sýndur á Sundance Film Festival í fjør, gevur okkum innlit í tann heilt einastandandi felagsskapin og tey sambond, sum bara eru til í hitanum í eini sauna, ið verður lýst sum eitt rúm, sum kann reinsa sálina. Men hvør eigur heita rúmið, sum lýst verður í "Smoke Sauna Sisterhood"? Ein móðir, ein omma, allar møður, Móðir Jørð?

Í eini glóðheitari sauna, miðskeiðis í skógini, siga kvinnurnar í poetiska filminum frá um tær mest persónligu hendingarnar í lívinum, meðan upptøkutólið fangar kropparnar í teim vakrastu nærmyndum.

Søgur um sex, girnd og skomm blanda seg uppí láturin, tá eitt heilt serligt band verður vovið millum kvinnurnar. Ein vakur, ósentimentalur filmur um tað kvinnuliga, um samhuga og eina heilt serliga saunamentan, sum fer tvørtur um aldur og kropp.

Filmurin verður sýndur í upprunaversión við donskum undirteksti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder